• Nýggjar metingar siga við stórari vissu, at upphitingin av jørðini síðani 1750 er av mannaávum.
• Tað er sannlíkt, at miðal hitahækkingin á jørðini verður millum 2 og 4,5 °C, helst um 3 °C. Tað er sera lítið sannlíkt at hækkingin verður minni enn 1,5 °C.
• Miðalhitin á jarðarskorpuni heldur fram at hækka. Ellivu av seinastu tólv árunum eru millum tólv tey heitastu árini síðan 1850.
• Økta ávirkanin orsakað av CO2, CH4 og NO2 á hitaupptøkuna á jørðini seinastu 40 árini, er størri enn nakrantíð seinastu 2000 árini.
• Hóast vøksturin í nøgdini av vakstrarhúsgassi í lofthavinum støðgaði, hevði hitin á jørðini kortini hækkað. Tað er tí, at ein ávís seinking er í upphitingini.
• Forsagnir yvir hitabroytingar vísa, at størsta hitabroytingin á landi verður á norðaru hálvu, og minni á suðurhøvum og Norðuratlantshavi.
• Ein framtíðarupphiting fer at minka um evnið hjá bæði jørð og havi at upptaka CO2. Tí fer størri partur av CO2’num at vera verandi í atmosferuni.
• Brenning av koli, olju o.ø., landbúnaður og onnur lendisnýtsla eru høvuðsorsøkirnar til ta øktu nøgdina av vakstarhúsgassi í luftini seinastu 250 árini.
• Árliga útlátið av CO2 frá brenning av olju og koli, sementframleiðsla og gassbrenning í sambandi við oljuframleiðslu er hækkað frá í miðal 6,4 milliardir tons í 1990-árunum til 7,2 milliardir tons í árunum 2000 til 2005.
• Miðalhitin í høvunum er hækkaður síðani 1955.
• Vatnstøðan í heimshøvunum er hækkað í 20. øld. Vatnstøðan er hækkað skjótari í endanum á øldini enn áður.
• Hækkandi vatnstøðan kemst bæði av, at vatnið víðkast, tá hitin veksur, og at jøklar eru bráðnaðir.
• Natúrligar tilgongdir við upptøku av CO2 í høvunum eins og plantum og djórum uppi á landi upptaka umleið 50 - 60 % av mannaelvda útlátinum. Havið og landið upptaka umleið líka nógv CO2
• Av tí, at havið hevur upptikið CO2, er sjógvurin nærhendis vatnskorpuni vorðin súrari.
• Fyri 125.000 árum síðani var vatnstøðan í høvunum 4-6 metrar hægri enn í dag, serliga vegna minni ís við pólarnar.
• Tað er sera sannlíkt, at meiri avfall verður í Norðureuropa, Canada, norðurpartinum av USA og arktiska økinum.
• Tað er sera sannlíkt, at vit fara at uppliva ógvusligt avfall, m.a. í Norðureuropa.• Talið av vatnflóðum er økjandi.
• Turkur er vorðin alt vanligari, serliga í tropiskum og subtropiskum økjum, síðani miðjuna av 1970-árunum.
• Nøgdin av ísi á jørðini er minkandi. Jøklarnir eru munandi minkaðir síðan endan á 19. øld. Minkingin av jøklum og ísinum í Grønlandi gongur skjótari og skjótari.
• Hitabylgjur verða alt vanligari og longri. Fallið í frostdøgum, serliga á norðaru hálvu, gevur longri gróðrartíð. Tað er sannlíkt, at tað verður turrari á meginlondunum um sumrarnar, og tí størri møguleiki fyri skerpingi.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo